settings icon
share icon
Spurningur

Eg havi júst sett mítt álit á Jesus ... hvat nú?

Svar


Tillukku! Tú hevur tikið eina avgerð, ið fer at broyta lív títt! Kanska spyrt tú ''Hvat nú? Hvussu fari eg undir ferð mína við Gudi?'' Tey fimm omanfyri nevndu stigini fara at geva tær leiðbeiningar úr Bíbliuni. Hevur tú spurningur um ferð tína, far inn á https://www.gotquestions.org/Foroyskt.

1. Tryggja tær at tú skilir frelsu.
Fyrra bræv Jóhannesar 5:13 sigur okkum, ''Hetta havi eg skrivað til tykkara, so at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív.'' Gud vil hava okkum at skilja frelsu. Gud vil, at vit skulu hava álit á, at vit eru frelst. Latið okkum stutt fara ígjøgnum høvuðspunktini viðvíkjandi frelsu:

(a) Vit hava øll syndað. Vit hava øll gjørt ávíst, sum er Gudi ótýdligt (Róm. 3:23).

(b) Vegna synd okkara hava vit uppiborið at verða revsað við ævigari sundurskiljan frá Gudi (Róm. 6:23).

(c) Jesus doyði á krossinum fyri at gjalda syndir okkara (Róm. 5:8; 2 Kor. 5:21). Jesus doyði í okkara stað og tók ta revsing, sum vit høvdu uppibornað. Uppreisn Hansara prógvaði, at deyði Jesusar var nóg mikið til at rinda syndir okkara.

(d) Gud gevur fyrigeving og frelsu til øll, sum seta álit sítt á Jesus – sum hava álit á, at deyði Hansara rindaði syndir okkara (Jóh. 3:16; Róm. 5:1; Róm. 8:1).

Hetta er frelsunar boðskapur! Hevur tú set álit títt á Jesus Kristus sum frelsara tín, ert tú frelstur! Allar syndir tínar eru fyrigivnar, og Gud lovar ongantíð at fara frá tær ella svíkja teg (Róm. 8:38-39; Matt. 28:20). Minst til, fresla tín er tryggjað í Jesusi Kristi (Jóh. 10:28-29). Hevur tú álit á Jesus eina sum Frelsara tín, kanst tú vera vísur í, og tú skalt verða við Gudi í allar ævir í himmalinum!

2. Finn eina góða kirkju, sum undirvísir í Bíbliuni.
Hugsa ikki um kirkjuna sum ein bygning. Kirkjan er fólkið. Tað hevur stóran týdning, at trúgvandi eru í felagsskapi við hvørjum øðrum. Tað er eitt av høvuðsendamálum kirkjunar. Tá ið tú nú hevur lagt álit títt á Jesus Kristus, eggja vit tær staðiliga til at finna eina bíbliutrúgva kirkju í tínum øki og tosa við prestin. Sig honum frá nýggju trúgv tína á Jesus Kristus.

Eitt annað endamál kirkjunar er at undirvísa í Bíbliuni. Tú kanst læra at brúka Guds boð í tínum lívi. At skilja Bíbliuna er grundarlagið fyri at liva eitt væleydnað og máttmikið kristið lív. Seinna Timoteusbræv 3:16-17 sigur, ''Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.''

Eitt triðja endamál kirkjunar er tilbiðjan. Tilbiðjan er at takka Gudi, fyri alt Hann hevur gjørt! Gud elskar okkum. Gud hevur umsorgan fyri okkum. Gud leiðbeinir og ráðgevur okkum. Hvussu kunnu vit ikki takka Honum? Gud er heilagur, rættvísur, eymur, miskunnsamur og fullur av náði. Opinberingin 4:11 sigur, ''Verdur ert Tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!''

3. Set av tíð hvønn dag, at savna teg um Gud.
Tað hevur stóran týdning fyri okkum at brúka tíð hvønn dag, at savna okkum um Gud. Summi rópa hetta ''stilla stund''). Onnur rópa tað ''halgan,'' tí at tað er ein tíð, tá ið vit halga okkum Gud. Summum dámar betur at seta tíð av á morgni, og øðrum dámar betur kvøldið. Tað ger tað sama, hvat tú kallar hesa tíð, ella nær tú hevur hana. Tað, sum hevur týdning, er, at tú brúkar tíð saman við Gudi. Hvat gera vit, tá ið vit eru saman við Gudi?

(a) Bøn. Bøn er heilt einfalt at tosa við Gud. Tosa við Gud um stúran og trupulleikar tínar. Bið Gud geva tær vísdóm og vegleiðing. Bið Gud um at taka Sær av tørvi tínum. Sig Gudi, hvussu nógv tú elskar Hann, og hvussu nógv tú virðismetir alt tað, sum Hann ger fyri Teg. Hetta er tað, sum bøn snýr seg um.

(b) Bíbliulesnaður. Afturat at verða undirvístur í Bíbliuni í kirkju, sunnudagsskúla og/ella bíbliulesna – mást tú lesa Bíbliuna sjálvur. Bíblian hevur alt, tær tørvar, fyri at liva eitt væleyndað kristið lív. Hon vísir Guds vegleiðing, fyri hvussu tú tekur vísar avgerðir, hvussu tú kanst kenna Guds vilja, hvussu tú tænir øðrum, og hvussu tú veksur andaliga. Bíblian er Orð Guds til okkara. Bíblian er í grundini Guds leiðbeining fyri, hvussu vit kunnu liva eitt lív, sum hóvar Honum, og sum er nøktandi fyri okkum.

4. Skipa felagsskap við fólk, sum kunnu hjálpa tær andaliga.
2 Korintbrævið 15:33 sigur okkum, ''Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!'' Bíblian er full av ávaringum, um ávirkanina, sum ''ring'' fólk kunnu hava á okkum. At brúka tíð saman við teimum, sum taka lut í syndafullum levnaði ger, at vit verða freistað av slíkum levnaði. Vit verða ''smittað'' av eginleikunum hjá teimum, sum vit eru saman við. Tí hevur tað so umráðandi at hava onnur fólk um seg, sum elska Harran, og eru honum halgað.

Royn at finna ein vin ella tveir, kanska úr tíni samkomu, sum kann hjálpa tær, og geva tær áræði (Hebr. 3:13; 10:24). Bið vinir tínar minna teg á tínar friðarløtur, títt virksemi og leið tína við Gudi. Spyr, um tú kanst gera tað sama fyri teir. Hetta merkir ikki, at tú noyðist at sleppa teimum vinum, sum ikki kenna Jesus Kristus sum sín Frelsara. Hald fram við at vera vinur teirra og ver góður við teir. Tú mást bara siga við teir, at Jesus hevur broytt lív títt, og at tú ikki fært gjørt alt tað, sum tú gjørdi fyrr. Bið Gud geva tær møguleika at boða vinum tínum frá Jesusi.

5. Lat teg doypa.
Tað eru mong, ið miskilja dópin. Orðið ''doypa'' merkir at koyrdur undir kav. Dópurin er bíbilski mátin at kunngera nýggju trúgv tína á Jesus og avger tína at fylgja Honum alment. At verða koyrdur undir kav lýsir tað at verða jarðaður við Kristi. At koma úr vatninum er ein ímynd av uppreisn Krists. At verða doyptur er at liva seg inn í deyða, jarðan og uppreisn Jesusar (Róm 6:3-4).

Dópurin er ikki tað, ið frelsir teg. Dópurin tváar ikki burtur syndir tínar. Dópur er bert eitt lýdnisstig, ein almen boðan um trúgv tína á Jesus eina sum frelsu. Dópur hevur týdning, tí at hann er eitt lýdnisstig – ein almenn kunngerð um trúgv tíni á Kristus og halgan tíni til Hansara. Ert tú til reiðar at verða doyptur, skalt tú tosa við tín samkomuleiðara.

English



Far aftur til føroysku heimasíðuna

Eg havi júst sett mítt álit á Jesus ... hvat nú?
© Copyright Got Questions Ministries