settings icon
share icon
Spurningur

Hvør er Jesus Kristus?

Svar


Mótsett spurninginum ''Er Gud til?'' ivast fá í, um Jesus Kristus var til. Tað verður vanliga góðtikið, at Jesus veruliga var ein maður, sum livdi í Ísrael fyri 2000 árum síðan. Kjakið snýr seg um, hvør Jesus veruliga var. Næstan allir átrúnaðir siga, at Jesus var ein profetur ella ein góður lærari ella ein gudiligur maður. Trupulleikin er, at Bíblian sigur okkum, at Jesus var óendaliga meiri enn ein profetur, ein góður lærari ella ein gudiligur maður.

Í bók síni, Mere Christianity skrivar C.S. Lewis: ''Her royni eg at forða nøkrum í at siga hatta býttisliga, sum ofta verður sagt um Hann [Jesus Krist]: 'Eg kann góðtaka, at Jesus var ein stórur moralskur lærari, men eg góðtaki ikki Hansara pástand um, at hann er Gud.' Ein maður, sum bert var ein maður og segði slíkt, sum Jesus segði, hevði ikki verið ein stórur moralskur lærari. Hann hevði antin verið svakur – á sama stigi sum ein maður, ið sigur seg vera eitt kókað egg – ella hevði hann verið djevulin sjálvur. Tú mást velja. Antin var, og er, hesin maður Sonur Guds, ella var hann ein ørvitisknokkur, ella okkurt verri. Tú kanst rópa hann býttling, tú kanst spýta á hann og drepa hann sum illan anda; ella kanst tú fella fyri føtur hansara og kalla hann Harra og Gud. Men latið okkum ikki koma við nøkrum hástórum tvætli um, at hann var ein stórur menniskjalærari. Hann hevur ikki latið tann møguleikan ligið eftir til okkum. Tað var ikki Hansara ætlan.

So hvønn segði Jesus Seg vera? Hvønn sigur Bíblian Hann vera? Latið okkum fyrst hyggja at orðum Jesusar í Jóh. 10:30, ''Eg og Faðirin, Vit eru eitt!'' Við fyrsta eygnabragd tykist hetta møguliga ikki sum ein pástandur um at vera Gud. Men hyggja vit at, hvussu jødarnir svaraðu hesi staðfesting aftur, ''Jødarnir svaraðu Honum: 'Tað er ikki fyri nakað gott verk at vit steina Teg, nei, fyri gudsspottan og fyri tað, at Tú, sum ert menniskja, gert Teg sjálvan til Gud!'' Í seinnu versunum rættar Jesus ongantíð jødarnar við at siga ''Eg segði Meg ikki vera Gud.''Hetta bendir á, at Jesus veruliga segði Seg vera Gud við at siga ''Eg og Faðirin, Vit eru eitt!'' Jóh. 10:30). Jóhannes 8:58 er enn eitt dømi: ''Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Áðrenn Ábraham var til, eri Eg!'' Aftur tóku jødarnir upp steinar sum svar fyri at steina Jesus (Jóh. 8:59). Tá ið Jesus kunnger, hvør Hann er við at siga ''Eri eg'', er hetta beinleiðis brúk av orðinum, sum Gamla Testamenti brúkar um Gud (2. Mós. 3:14). Hví skuldu jødarnir vilja steina Jesus, hevði Hann ikki sagt okkurt, sum teir hildu vera gudsspottandi, nevnliga ein pástand um at vera Gud?

Í Jóhannes 1:1 stendur, ''Orðið var Gud.'' Jóh. 1:14 sigur ''Orðið varð hold.''Hetta er ein greið ábending um, at Jesus er Gud í holdi. Lærusvenurin Tummas segði við Jesus, ''Harri mín og Gud mín!'' (Jóh. 20:28). Jesus rættar hann ikki. Ápostulin Paulus lýsir Hann sum, ''...hins stóra Guds og Frelsara okkara, Jesu Krists'' (Tit. 2:13). Ápostulin Pætur sigur tað sama, ''…Guds og Frelsara okkara, Jesu Krists'' (2. Pæt. 1:1). Gud Faðirin er eisini vitni til fullkomna samleika Jesusar, ''Men um Sonin: 'Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, og sproti rættvísisins er sproti ríkis Tíns'' (Hebr. 1:8). Profetar í Gamla Testamenti kunngera guddóm Hansara, ''Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi'' (Es. 9:6).

So, sum C.S. Lewis helt upp á at trúgva, at Jesus bert var ein góður lærari, er ikki ein valmøguleiki. Jesus segði seg klárt og ónoktandi vera Gud. Er Hann ikki Gud, er Hann lygnari og tí ikki profetur, góður lærari ella gudiligur maður. Í royndum at tosa uttanum orð Jesusar, pástanda modernaðir ''granskarar'', at Jesus ikki segði nógv av tí, sum Bíblian sigur, at Hann segði. Hvussu kunnu vit kjakast móti Orðið Guds um hvat Jesus segði ella ikki segði? Hvussu kann ein ''granskari'', tvey túsund ár eftir Jesus, hava betri innlit í, hvat Jesus gjørdi ella ikki segði enn tey, sum livdu við, tæntu saman við og vórðu lærd av Jesusi sjálvum (Jóh. 14:26)?

Hví hevur spurningurin um samleika Jesusar so stóran týdning? Hvat ger tað, um Jesus ikki er Gud? Týdningarmesta grundin til, at Jesus má vera Gud, er, at var Hann ikki Gud, hevði deyði Hansara ikki verið nóg mikil til at rinda skuldina fyri allan heimsins syndir (1 Jóh. 2:2). Bert Gud kundi rinda ein slíkan óendaligan prís (Róm. 5:8; Kor. 5:21). Jesus mátti vera Gud, so at Hann kundi rinda skuld okkara. Jesus mátti vera menniskja, so at Hann kundi doyggja. Frelsa er bert tøk gjøgnum trúgv á Jesus Kristus. Guddómur Jesusar er grundin til, at bert Hann er vegurin til frelsu. Guddómur Jesusar er grundin til, at Hann kunngjørdi, ''Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær. (Jóh. 14:6).

English



Far aftur til føroysku heimasíðuna

Hvør er Jesus Kristus?
© Copyright Got Questions Ministries