Er Gud til? Eru prógv fyri, at Gud er til?



Spurningur: Er Gud til? Eru prógv fyri, at Gud er til?

Svar:
Einki prógvar, um Gud er til ella ikki. Bíblian sigur, at vit mugu góðtaka við trúgv, at Gud er til: ''Uttan trúgv ber ikki til at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.'' (Hebr. 11:6). Um hann vildi, kundi Gud lættliga víst seg og prógva fyri øllum heiminum, at Hann er til. Men gjørdi hann tað, hevði ongum tørva trúgv. ''Jesus segði við hann: 'Av tí at tú hevur sæð Meg, trýrt tú! Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva!'' (Jóh. 20:29).

Hetta merkir tó ikki, at tað ikki kann prógvast, at Gud er til. Í Bíbliuni stendur, at ''Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. Ein dagurin talar við annan um tað, ein náttin kunnger aðrari tað; uttan orð og uttan talu, uttan at ljóðið hoyrist, gongur rødd himmalsins út um alla jørðina, tala hansara til enda jarðarríkis'' (Sálm. 19:1-4). Tá ið vit hyggja at stjørnunum og skilja, hvussu ovurstórur alheimurin er, tá ið vit síggja náttúrunnar undur, tá ið vit síggja eitt vakurt sólsetur – alt hetta ber brá av einum skapara. Skuldi hetta ikki verið nóg mikið, so finna vit eisini prógv um Gud í hjørtum okkara. Í Prædikaranum 3:11 lesa vit, at ''...ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra...'' Innast inni vita vit, at okkurt finst handan lívið, og at onkur finst handan heim okkara. Vit kunnu avnokta hesa vitan intellektuelt, men tó er tað týðiligt, at Gud er í okkum og uttan um okkum. Hóast hetta, ávarar Bíblian okkum um, at tað framvegis eru nøkur, sum noktað, at Gud er til: ''Dárin sigur í hjartanum: 'Eingin Gud er!''' (Sálm. 14:1). Av tí, at ein stórur meirilutin av menniskjum, í øllum metanum og øllum hámentanum søguliga hava trúð á ein gud, so má vera okkurt (ella onkur), sum ger, at so er.

Afturat bíbilsku próvgrundunum fyri, at Gud er til, eru skilvísu próvgrundirnar. Fyrst er tað ontologiska próvgrundin. Best umtókta ontologiska próvgrundin, brúkar hugtakið Gud til at prógva, at Gud er til. Tað byrjar við at lýsa Gud sum ''ein vera, sum ikki kennir sín líka.'' Síðan verður pástaðið, at tað at vera til, er størri enn ikki at vera til, og tí má mætasta veran, sum vit kunnu ímynda okkum, vera til. Er Gud ikki til, kann Gud ikki vera hægsta veran, sum vit kunnu ímynda okkum, og tað hevði verið ímóti sjálvum hugtakinum Gud.

Ein onnur próvgrund er tann teleologiska. Teleologiska próvgrundin er, at alheimurin er so ótruliga væl settur saman, at onkur má hava skapt hann. Var Jørðin til dømis bara var nakrar hundrað kilometrar nærri við ella longri frá sólini, hevði hon ikki verið so full av lívi, sum hon er. Vórðu elementini í okkara atmosferu broytt bara nøkur fá prosent, hevði alt livandi á jørðini doyð. Sannlíkindi fyri, at ein einstøk proteinmolekyla verður til av tilvild, er 1 av 10243 (t.e. 10 við 243 nullum aftanfyri). Ein einstøk sella er samansett av milliónum av proteinmolekylum.

Eitt triðja skilvís próvgrund fyri, at Gud er til, er kosmologiska próvgrundin. Hendir eitthvørt, má okkurt hava elvt til tað. Alheimurin og alt, sum er í honum, er ein avleðing. Okkurt má hava elvt til, at alt varð til. Samanumtikið má okkurt vera ''ikki-elvt'' fyri, at tað skal elva til, at alt annað skal vera til. Henda ''ikki-elvda'' grundin er Gud.

Ein fjórða próvgrundin verður rópt moralska próvgrundin. Allar mentanir hava, søguliga, havt lógir av onkrum slag. Øll hava eina kenslu av, hvat er rætt og hvat er rangt. Morð, lygn, stuldur og ómoralur er nakað, sum næstan øll vísa frá sær. Hvaðani er henda kenslan av røttum og rangum komin, um ikki frá einum heilagum Gudi?

Hóast alt hetta sigur Bíblian okkum, at fólk fara at vísa teirri sonnu og ónoktandi vitanina um Gud frá sær og trúgva á eina lygn í staðin fyri. Róm. 1:25 sigur, ''Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og æraðu og dyrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen.''Bíblian sigur eisini, at fólk onga umbering hava fyri ikki at trúgva á Gud: ''Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan'' (Róm. 1:20).

Fólk siga seg nokta, at Gud er til, tí tað er ''ikki vísindaligt'' ella ''tí eingi prógv eru.'' Veruliga grundin er, at viðurkenna tey, at Gud er til, mugu tey eisini ásanna, at tey eru sek í Guds eygum, og at tey mugu fáa fyrigeving Hansara (Róm. 3:23, 6:23).

Hvussu vita vit, at Gud er til? Sum kristin vita vit at Gud er til, tí at vit tosa við Hann hvønn dag. Vit hoyra Hann ikki við oyrunum, men vit kenna hjáveru Hansara, vit kenna, at Hann leiðir okkum, vit kenna kærleika Hansara, vit ynskja náði Hansara. Vit hava verið fyri hendingum í lívi okkara, sum ikki kunnu hava aðra frágreiðing enn Gud. Gud hevur á undursaman hátt frelst okkum og broytt lív okkara, so at vit kunnu ikki gera annað enn at viðurkenna og hálova, at Hann er til. Eingin av hesum próvgrundum kunnu yvirtala nakran, sum noktar at ásanna tað, sum longu er týðiligt. Samanumtikið má Gud góðtakast við trúgv (Hebr. 11:6). Trúgv á Gud er ikki eitt lop út í tóman heim; hon er ein tryggur vegur inn í eitt ljóst rúm, har stóri meirilutin av fólki longu er.


Far aftur til føroysku heimasíðuna

Er Gud til? Eru prógv fyri, at Gud er til?