settings icon
share icon
Spurningur

Hevur tú fingið fyrigeving? Hvussu fái eg fyrigeving Guds?

Svar


Í Ápostlasøguni 13:38 stendur, ''So skulu tit tá vita, tit menn, brøður, at við Honum verður tykkum kunngjørd fyrigeving syndanna.''

Hvat er fyrigeving, og hví tørvar mær hana?
At ''fyrigeva'' merkir at turka talvuna reina, at geva grið, at eftirgeva eina skuld. Tá ið vit hava gjørt okkurt skeivt ímóti onkrum, biðja vit tey um fyrigeving, so at viðurskiftini okkara millum skulu verða í lagi aftur. Tú fært ikki fyrigeving, tí tú hevur fyrigeving uppibornað. Eingin hevur fyrigeving uppibornað. Fyrigeving er kærleiks-, náði- og griðgerð. Fyrigeving er ikki at hava agg til ein persón, sama hvat hann hevur gjørt tær.

Bíblian sigur okkum, at okkum øllum tørvar Guds fyrigeving. Vit hava øll syndað. Prædikarin 7:20 sigur, ''Tí einki menniskja á jørðini er so rættvíst, at hann ger einki uttan gott og syndar aldri.'' Fyrsta bræv Jóhannesar sigur, ''Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum.'' Øll synd er í roynd og veru uppreistur móti Gudi (Sálm. 51:4). Úrslitið av hesum er, at okkum so inniliga tørvar Guds fyrigeving. Fáa vit ikki fyrigeving fyri syndir okkara, eru avleiðingarnar av syndum okkara ævigar (Matteus 25:46, Jóh. 3:36).

Fyrigeving – Hvussu fái eg hana?
Tíbetur er Gud kærleiksfullur og náðigur – Hann vil inniliga at fyrigeva okkum syndir okkara! Seinna bræv Pæturs 3:9 sigur okkum, ''... Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.''

Einasta rættvísa revsingin fyri syndir okkara er deyðin. Fyrri partur av Rómbrævinum 6:23 sigur, ''Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.'' Ævigur deyði er tað, vit hava uppiborið fyri syndir okkara. Gud, í fullkomnu ætlan síni, gjørdist menniskja – Jesus Kristus (Jóh. 1:1, 14). Jesus doyði á krossinum og tók við sær revsingina, sum vit hava uppiborna – deyðan. Seinna Korintbrævið 5:21 lærir okkum at ''Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísur Guds.'' Jesus doyði á krossinum og tók á seg revsingina, sum vit hava uppibornað! Sum Gud, gav deyði Jesusar fyrigeving fyri allar syndir heimsins. Fyrsta bræv Jóhannesar 2:2 sigur, ''Hann er bót fyri syndir okkara – og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.'' Jesus reis upp frá deyðum og kunngjørdi sigur Sín yvir synd og deyða (1. Kor. 15:1-28). Lovaður veri Gud, gjøgnum deyða og uppreisn Jesus Krists, er seinni partur av Rómbrævinum 6:23 sannur, ''...men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.''

Vilt tú hava syndir tínar fyrigivnar? Hevur tú eina tægandi skuldarkenslu, sum tú ikki sleppur av við? Tú kanst fáa fyrigeving syndanna, um tú leggur títt álit á Jesus Kristus sum frelsara tín. Efesusbrævið 1:7 sigur at ''Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara, fyrigeving syndanna – eftir náðiríkidømi Hansara...'' Jesus bar skuld okkara fyri okkum, so at vit kundu fáa fyrigeving. Tað einasta, tú skalt gera, er at biðja Gud fyrigeva tær gjøgnum Jesus, og trúgva, at Jesus doyði fyri at gjalda fyri fyrigeving tína – og Hann skal fyrigeva tær! Jóhannes 3:16-17 hevur hesi undurfullu boð, ''Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.''

Fyrigeving – er tað veruliga so lætt?
Ja, tað er so lætt! Tú kanst ikki fáa fyrigeving Guds uppibornað. Tú kanst ikki gjalda fyri Guds fyrigeving. Tú kanst bert fáa hana við trúgv gjøgnum miskunn og náði Guds. Vilt tú taka ímóti Jesusi Kristi sum tín Frelsara og fáa fyrigeving Guds, so er her ein bøn, sum tú kanst biðja. Henda bøn ferð ikki at frelsa teg. Bert álit á Jesus Kristus kann geva fyrigeving syndanna. Henda bøn er bert ein máti at siga við Gud, at tú hevur álit á Hann og at takka Honum fyri fyrigeving Sína. ''Gud, eg veit at eg havi syndað móti Tær og havi revsing uppibornað. Men Jesus Kristus tók ta revsing, sum eg havi uppibornað, so at eg, við at trúgva á Hann, kundi fáa fyrigeving. Eg leggi mítt álit fyri frelsu. Takk fyri undurfullu náði og fyrigeving Tína! Amen!''

Hevur tú tikið eina avgerð fyri Kristus av tí, tú hevur lisið her? Um so er, trýst á ''Eg havi tikið ímóti Kristusi í dag'' – knøttin niðanfyri.

English



Far aftur til føroysku heimasíðuna

Hevur tú fingið fyrigeving? Hvussu fái eg fyrigeving Guds?
© Copyright Got Questions Ministries