Hvat er ein kristin?



Spurningur: Hvat er ein kristin?

Svar:
Ein orðabók hevði lýst ein kristnan á líknandi hátt: ''Ein persónur, sum trýr, at Jesus er Kristus, ella fylgir átrúnaðinum, sum er bygdur á Jesu læru''. Hetta er eitt gott býrjanarstøði, men, eins og nógvar aðrar orðabókalýsingar, klárar tað ikki til fulnar at greiða frá bíbilska sannleikanum um, hvat tað er at vera kristin. Orðið ''kristin'' verður nevnt tríggjar ferðir í Nýggja Testamenti (Áp. 11:26, 26:28, 1. Pæt. 4:16). Tey, ið fylgdu Jesusi, vórðu fyrstu ferð nevnd ''kristin'' í Antiokia (Áp. 11:26), tí at atburður, gerðir, og talumáti teirra vóru sum hjá Kristusi. Orðið ''kristin'' merkir bókstaviliga at ''hoyra til flokk Kristusar'' ella ''ein, ið fylgir Kristusi.''

Tíverrri hevur orðið ''kristin'' mist stóran part av sínum týdningi og verður ofta brúkt um onkran, sum er religiøsur, ella hevur sterk, moralsk virði, men sum møguliga ikki fylgir Jesusi kortini. Tað eru mong, sum ikki trúgva ella líta á Jesus, sum nevna seg kristin, tí at tey ganga í kirkju, ella eru partur av ''kristnari'' tjóð. Men at ganga í kirkju, tæna teimum, sum eru verri fyri enn tú sjálvur ella bara at vera eitt gott menniskja, er ikki nóg mikið til, at vera roknaður sum kristin. At ganga í kirkju ger teg ikki kristinant, eins og tú ikki verður ein bilur, um tú fert inn í eina garasju. Tað ger teg ikki kristnan, um tú ert limur í eini kirkju, gongur ofta til gudstænastu, ella gevur pening til kirkjuna.

Bíblian sigur, at góðar gerðir eru ikki nøktandi í Guds eygum. Í Titus 3:5 stendur, ''Frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísisgerðir, vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni við bæði endurføðingarnar og endurnýggjaninar í Heilaga Andanum.'' Ein kristin er sostatt ein, ið er endurføddur í Gudi (Jóh. 3:3, Jóh. 3:7, 1. Pæt. 1:23) og trýr og lítur á Jesus Kristus. Í Efesusarbrævinum 2:8 stendur, ''Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds ...''

Ein sannur kristin bæði trýr og lítur á persónin Jesus og verk Hansara, eisini deyða Hansara á krossinum sum bót fyri syndir okkara og uppreisn Hansara á triðja degi. Í Jóh. 1:12-13 stendur: ''Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara...'' Tað, ið eyðkennir ein sannan kristnan, er kærleiki til onnur, og at vera Guds orðið lýðin (1. Jóh. 2:4, 10). Ein sannur kristin er veruliga Guds barn, ein partur av sonnu familju Guds – ein, sum hevur fingið nýtt lív í Jesusi Kristi.

Hevur tú tikið eina avgerð fyri Kristus av tí, tú hevur lisið her? Um so er, trýst á ''Eg havi tikið ímóti Kristusi í dag'' – knøttin niðanfyri.


Far aftur til føroysku heimasíðuna

Hvat er ein kristin?