Er Gud til? Eru prógv fyri, at Gud er til?



Spurningur: Er Gud til? Eru prógv fyri, at Gud er til?

Svar:
Einki prógvar, um Gud er til ella ikki. Bíblian sigur, at vit mugu góđtaka viđ trúgv, at Gud er til: ''Uttan trúgv ber ikki til at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lřnir teimum, iđ sřkja Hann.'' (Hebr. 11:6). Um hann vildi, kundi Gud lćttliga víst seg og prógva fyri řllum heiminum, at Hann er til. Men gjřrdi hann tađ, hevđi ongum třrva trúgv. ''Jesus segđi viđ hann: 'Av tí at tú hevur sćđ Meg, trýrt tú! Sćl eru tey, sum ikki hava sćđ og tó trúgva!'' (Jóh. 20:29).

Hetta merkir tó ikki, at tađ ikki kann prógvast, at Gud er til. Í Bíbliuni stendur, at ''Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvřlviđ ber bođ um handaverk Hansara. Ein dagurin talar viđ annan um tađ, ein náttin kunnger ađrari tađ; uttan orđ og uttan talu, uttan at ljóđiđ hoyrist, gongur rřdd himmalsins út um alla jřrđina, tala hansara til enda jarđarríkis'' (Sálm. 19:1-4). Tá iđ vit hyggja at stjřrnunum og skilja, hvussu ovurstórur alheimurin er, tá iđ vit síggja náttúrunnar undur, tá iđ vit síggja eitt vakurt sólsetur – alt hetta ber brá av einum skapara. Skuldi hetta ikki veriđ nóg mikiđ, so finna vit eisini prógv um Gud í hjřrtum okkara. Í Prćdikaranum 3:11 lesa vit, at ''...ćvina hevur Hann lagt í hjarta teirra...'' Innast inni vita vit, at okkurt finst handan líviđ, og at onkur finst handan heim okkara. Vit kunnu avnokta hesa vitan intellektuelt, men tó er tađ týđiligt, at Gud er í okkum og uttan um okkum. Hóast hetta, ávarar Bíblian okkum um, at tađ framvegis eru nřkur, sum noktađ, at Gud er til: ''Dárin sigur í hjartanum: 'Eingin Gud er!''' (Sálm. 14:1). Av tí, at ein stórur meirilutin av menniskjum, í řllum metanum og řllum hámentanum sřguliga hava trúđ á ein gud, so má vera okkurt (ella onkur), sum ger, at so er.

Afturat bíbilsku próvgrundunum fyri, at Gud er til, eru skilvísu próvgrundirnar. Fyrst er tađ ontologiska próvgrundin. Best umtókta ontologiska próvgrundin, brúkar hugtakiđ Gud til at prógva, at Gud er til. Tađ byrjar viđ at lýsa Gud sum ''ein vera, sum ikki kennir sín líka.'' Síđan verđur pástađiđ, at tađ at vera til, er střrri enn ikki at vera til, og tí má mćtasta veran, sum vit kunnu ímynda okkum, vera til. Er Gud ikki til, kann Gud ikki vera hćgsta veran, sum vit kunnu ímynda okkum, og tađ hevđi veriđ ímóti sjálvum hugtakinum Gud.

Ein onnur próvgrund er tann teleologiska. Teleologiska próvgrundin er, at alheimurin er so ótruliga vćl settur saman, at onkur má hava skapt hann. Var Jřrđin til dřmis bara var nakrar hundrađ kilometrar nćrri viđ ella longri frá sólini, hevđi hon ikki veriđ so full av lívi, sum hon er. Vórđu elementini í okkara atmosferu broytt bara nřkur fá prosent, hevđi alt livandi á jřrđini doyđ. Sannlíkindi fyri, at ein einstřk proteinmolekyla verđur til av tilvild, er 1 av 10243 (t.e. 10 viđ 243 nullum aftanfyri). Ein einstřk sella er samansett av milliónum av proteinmolekylum.

Eitt triđja skilvís próvgrund fyri, at Gud er til, er kosmologiska próvgrundin. Hendir eitthvřrt, má okkurt hava elvt til tađ. Alheimurin og alt, sum er í honum, er ein avleđing. Okkurt má hava elvt til, at alt varđ til. Samanumtikiđ má okkurt vera ''ikki-elvt'' fyri, at tađ skal elva til, at alt annađ skal vera til. Henda ''ikki-elvda'' grundin er Gud.

Ein fjórđa próvgrundin verđur rópt moralska próvgrundin. Allar mentanir hava, sřguliga, havt lógir av onkrum slag. Řll hava eina kenslu av, hvat er rćtt og hvat er rangt. Morđ, lygn, stuldur og ómoralur er nakađ, sum nćstan řll vísa frá sćr. Hvađani er henda kenslan av rřttum og rangum komin, um ikki frá einum heilagum Gudi?

Hóast alt hetta sigur Bíblian okkum, at fólk fara at vísa teirri sonnu og ónoktandi vitanina um Gud frá sćr og trúgva á eina lygn í stađin fyri. Róm. 1:25 sigur, ''Tey hřvdu jú skift sannleika Guds um viđ lygn og ćrađu og dyrkađu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovađur er í allar ćvir. Amen.''Bíblian sigur eisini, at fólk onga umbering hava fyri ikki at trúgva á Gud: ''Ósjónliga vera Hansara, bćđi ćviga kraft og guddómleiki Hansara, sćst frá skapan heimsins; tađ skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan'' (Róm. 1:20).

Fólk siga seg nokta, at Gud er til, tí tađ er ''ikki vísindaligt'' ella ''tí eingi prógv eru.'' Veruliga grundin er, at viđurkenna tey, at Gud er til, mugu tey eisini ásanna, at tey eru sek í Guds eygum, og at tey mugu fáa fyrigeving Hansara (Róm. 3:23, 6:23).

Hvussu vita vit, at Gud er til? Sum kristin vita vit at Gud er til, tí at vit tosa viđ Hann hvřnn dag. Vit hoyra Hann ikki viđ oyrunum, men vit kenna hjáveru Hansara, vit kenna, at Hann leiđir okkum, vit kenna kćrleika Hansara, vit ynskja náđi Hansara. Vit hava veriđ fyri hendingum í lívi okkara, sum ikki kunnu hava ađra frágreiđing enn Gud. Gud hevur á undursaman hátt frelst okkum og broytt lív okkara, so at vit kunnu ikki gera annađ enn at viđurkenna og hálova, at Hann er til. Eingin av hesum próvgrundum kunnu yvirtala nakran, sum noktar at ásanna tađ, sum longu er týđiligt. Samanumtikiđ má Gud góđtakast viđ trúgv (Hebr. 11:6). Trúgv á Gud er ikki eitt lop út í tóman heim; hon er ein tryggur vegur inn í eitt ljóst rúm, har stóri meirilutin av fólki longu er.


Far aftur til fřroysku heimasíđuna

Er Gud til? Eru prógv fyri, at Gud er til?